Sunday, December 5, 2010

Jólini og hundurin

So nærkast jólini, og vit eru spent og glað hesa hugnaligu ársins tíð. Men tað er eisini annað ið eyðmerkir tíðina – vit hava úr at gera og tey flestu kenna eisini jólastressið og jólaresið.
Okkara hundar fáa upplivingar gjøgnum okkum menniskju. Hundurin merkir eisini stressið ið er í okkum.

Undan jólum skulu vit ofta til fleiri jólafrokostar, og um jólini verða vit útbjóðaði og/ella fáa gestir, nærum hvønn dag.

Fyri hundar er rutina sera týdningarmikil – og minst til, hundurin fær onga uppliving, um tað ikki er húsfólkið ið gevur teimum tær.

Hav í huga, at hundurin skal eisini túrar – og tað er sanniliga gott at ganga fyri stressaði fólk eisini. Hugsa um at fáa hundin at passa inn í stressaða skemaði. Tak hundin við um tú veist tú fert til fólk ið kunnu “halda hann út” – og hundurin kann halda út at vera í fremmandum húsum.

Hundurin hevur ikki valt okkum, vit hava átikið okkum ábyrgdina av hundi, og ábyrgdin er onki øðrvísi á jólum :o)


Gloym ikki pakkan til hundin! Pakka góðbitar inn í ein stuttligan aktivitetsbólt... Lat hann fáa nýtt tyggibein... Grísaoyra... (piv)leikur... Ja, nú tit eru í spanderibuksunum allíkavæl ;o)


Gleðilig (hunda) jól

Friday, November 26, 2010

Leysir hundar

Vit kenna teir øll... Teir ganga runt um húsini hjá okkum og, sum vit plaga at siga, “skíta”!

Vit eru irriteraði, og tosa við okkara grannar um trupulleikan. Vit eru øll samd um, at tað eru ikki hundarnir sum eru svarskyldugir, men eigararnir.

Tíðliga ein leygarmorgun sá eg tríggjar leysar hundar uttanfyri. Eg fór útum, við trimum reimum í hondini, lokkaði teir til mín við góðbitum. Tann eini rann avstað, so skjótt eg kom út. Tveir ótu góðbitar men vóru annars bangnir fyri míni hond, so lítið nyttaði at royna at fáa reimarnar á teir. Síðani hoyrdi eg ein eigara rópa á báðar hundarnar, so nú visti eg eisini, at teir hoyrdu til í einum húsum í grannalagnum. Frá øðrum grannum fekk eg at vita hvussu viðkomandi eitur. Eg ringdi til eigaran, segði mítt navn og hvar eg búgvi. Síðani spurdi eg hann vinarliga, um hann kundi binda hundarnar tá hann koyrdi teir út eina aðru ferð. Eigarin var fryntligur og lovaði at binda hundarnar.

Hetta havi eg gjørt nakrar ferðir eftir hondini – men bert við einum hundi, havi eg verið noydd at ringja fleiri ferðir til eigaran. Teir flestu eigararnir skilja boðskapin beinavegin, og skilja, at grannar og býurin annars, illskast inn á leysar hundar.

Vit vita, at her skal ein hugburðsbroyting til. Men ongin broyting fer fram uttan so, at vit geva boð til røttu viðkomandi. Vit kunnu ikki sum grannar teska ilt í krókunum um hundaeigararnar, sum lata hundarnar ganga leysar, og vænta at støðan broytist. Vit mugu venda okkum til hundaeigararnar.

Skuldi tað so ein dag komið fyri, at ein eigari eg ringi til, illskast inn á meg – so má eg kanska minna hann á, at eg kundi valt at ringt til hundafangaran ella til politii – og harfrá hevði kostnaðurin verið úti við 1000,- at fingið hundin aftur.

Tíverri havi eg ikki altíð kunna funnið fram til hvør eigur hundin, og ikki allir hundar hava navnamerki og telefonnummar – tá havi eg ringt til hundafangaran.

Eg ringi ikki um eg síggi ein hund 1 ferð. Men tá eg síggi somu hundar ferð eftir ferð, vil eg meta at talan er um líkasælu, og at hundaeigarin treingir til eina uppmuntran ;o)

Ester Áarskarð

Wednesday, October 20, 2010

Við virðing

Hundur og dominans er eitt sera stórt evni, men eg velji heldur at taka nøkur einføld dømi úr dagligdegnum saman við hundum
Hundur er flokkdjór vita vit, men hvat merkir tað í veruleikanum? Tað merkir, at vit ansa hvør øðrum, vit hava ávísar uppgávur í mun til hvør annan, og í mun til hvørjari støðu vit eru í. Men kenna vit ikki júst hesa støðuna aftur frá okkum menniskjum? –Jú vit gera!

Ferð eftir ferð verði eg spurd spurningar sum:
Roynir hundurin at dominera meg?
Eri eg ikki nóg avgjørdur og nóg góður leiðari/harri yvir mínum hundi?
Roynir hundurin at yvirtaka familjuna/børnini?

Í seinastuni havi eg passað hundin hjá foreldrunum, ein 8 mánaðar gamal Whippet hvølpur. Jú fleiri hundar eg havi í húsinum jú størri váttan fái eg fyri, at hundar ikki royna at “yvirtaka” nakran, ella nakað. Tá fleiri hundar eru, sæst týðuliga hvussu teir ansa hvør øðrum og hava hvør sína uppgávu – og sjálvandi havi eg størstu ábyrgdina, men eg noyðist ikki ferð eftir ferð at vísa mítt vald yvir fyri hundunum.

Eg vakni árla á morgni við tveimum hundum undir dýnuni – onkuntíð trimum... Uhhaa, hugsar gamla hundapsykologiin: Hundurin heldur seg vera á jøvnum føti við menniskjuni. Nei, songin er ein stór og bleyt hundakurv – har hundarnir kunnu liggja saman við øllum flokkinum – eisini eigaranum.

Jú víst eri eg tann, sum gevi hundunum ordrar – men talan er um “gensidiga” respekt. Eg havi respekt fyri mínum hundum, mínir hundar hava respekt fyri mær, og hundarnir hava respekt sínamillum. Snoopy, mín lítli Papillon, knurrar um Nikita kemur ov nær, og hann vil hava frið. Á sama hátt knurrar Nikita eftir Snoopy, um hon hevur eitt bein/mat, sum hon vil hava í frið. Eg sigi “Nei!” um Nikita hoppar upp eftir borðinum fyri at stjala mat.. O.s.fr.

Men hvat er tað so, sum ger, at vit menniskju í síðsta enda, taka avgerðirnar? Ella helst áttu at havt síðsta orðið?
Tað er heilt einfalt tí, at vit mugu syrgja fyri, at hundarnir sleppa út ein túr, at teir fáa at eta og at teir sleppa at gera okkurt stuttligt (spæla við bóltar o.t.) – vit taka initiativi til at hava tað stuttligt, og til allar upplivingarnar hundarnir fáa.

Er ein eigari passivur, ella kanska ótryggur, við sín hund. So verður hundurin eisini ótryggur við eigaran. Vísir eigarin ikki respekt fyri hundinum, so vísir hundurin ikki respekt fyri eigaranum.

Tað, ið blívur tulkað sum dominans, er heilt einfalt manglandi virðing fyri hvør øðrum – ella onnur viðurskifti ið hava við atferð at gera – møguligir atferðartrupulleikar.

Hvølpurin hjá foreldrunum, Blanco, er 8 mánaðar gamal og er byrjaður at lyfta bein tá hann pissar og markerar seg. Summar tíkar gera eisini tað. Vit tulka eisini hetta sum dominering. Men talan er bert um eitt sokallað “visitkort”, sum hundarnir leggja aftir seg, til næsta hund at finna.

Blanco hevur eisini havt ilt við at líta á okkum, tá vit ynskja at taka leikur frá honum. Hann hevur knurrað eftir okkum, sum vit kundu tulkað sum dominering. Nú hava vit lært hann, at hann fær ein góðbit afturfyri leikuna, og at vit bara “læna” leikuna, so fær hann hana aftur – harvið verður álitið okkara millum bygt upp.

Viðhvørt hevur Nikita víst paringatferð yvir Blanco. Hetta er kanska ein tann ringasta atferðin at tulka – men er eisini misskilt sum dominering.
Talan er um eina sokallaða “overspringshandling”. Nakað, sum hundar gera, um teir ikki kenna seg heilt tryggar við eitthvørt í umhvørvinum, og ikki vita sær nakað “annað” og betri at gera.

Tað, sum vit tulka sum dominering kann samanberast við eina vanliga familju. Foreldur tosa ikki um, at tey hava dominansin yvir børnunum, ella at børnini skulu kenna sítt pláss niðast í hierarkinum. Foreldrini hava síðsta orðið at siga – men teirra avgerðir eru, eftir egnum førimuni og meiningum, fyri barnsins egna besta.

Ester Áarskarð

Friday, October 8, 2010

Sterilisering av djórum

Hví hava fólk í Føroyum so ilt við at sterilisera ella gelda sínar hundar og kettur?

Tað eru so nógvir hvølpar og kettlingar bjóðaðir út í bløðunum og á netinum, og man skal vera heppin at kunna vitja djóralæknan uttan at skulla fáa hjartakvalir av, at ein kassi fullur av kettlingum kemur til avlívingar. Hetta kemst av tí at man ikki finnur heim til teir. Hvør hevur hjarta til slíkt?

Nú man veit hvussu vanligt tað er at drukna kettlingar (ella waterborda til deyðis) er tað sjálvandi fragari hjá djóralæknanum. Men hevði tað ikki veri betur at teir als ikki vóru komnir til verðina? Eg hoyri mangan at hunda og kettueigarar siga at tað er synd at taka fertilitetin frá djórunum?! Men somu fólk sum lata kettuna fáa kettlingar ferð eftir ferð, lata kettuna hava ein kettling eftir og taka restina frá henni? Er tað ikki synd? Er kettan so grað at hon ikki vil av við sína lívmóðir, og so býtt at hon ikki veit hvussu nógvar kettlingar hon fekk? Um man tekur fertilitetin frá hundum og kettum er kynsdriftin vekk. Tey droyma ikki um kettlingar/hvølpar og lítlar reimar o.a. útstýr, sum vit kvinnur kunnu finna uppá tá ið vit síggja ein barnavogn.

Hjá djórunum er reproduktión ein instinktiv drift, drivin av hormonum. Letur man hundin/kettuna gelda hugsa tey ikki meira um tað. Hvat er so meira synd,- at lata hundin/frensin stressa og mala konstant eftir tíkum/kettum og plága teirra eigarar, men ongantíð sleppa til? (Tað er altíð onkur tík sum gongur á illum onkrastaðni og hundarnar lukta hana fleiri kilometrar frá) Ella at taka driftina frá teimun og lata tey brýggja seg um at hava tað gott? Ógeldir frensar ganga og pissa hjá teimun sum eiga kettur, og øll sum eiga kettu ella frens vita hvussu illa tað luktar!

So er tað at tey siga at hundar/kettur vera tjúkk av at vera geld. Nei! Fiti hongur bara saman við at ov nógv fer í kjaftin í mun til hvussu nógv verður motionerað. Um man tekur eitt djór til sín skal man vera til reiðar at gjalda tað tað kostar at ansa teimun rætt. Vit skulu taka ábyrgdina á okkum sjálvi og ikki lata tað ikki vera ein samfelagstrupulleika. Lata vit hvølpar ella kettlingar seta í verðina skal tað vera ein góð meining við tí, og ikki til stuttleika. Tað er dýrabart lív!

Bara mín meining.

Fríða Matras Brekku

Tuesday, September 14, 2010

Býtt kanning!

Eg las ein dagin, at klókasta rasan er Border Collie. Sjálvandi- hugsa tey flestu av okkum. Enntá orðið “intelligent” bleiv brúkt. Niðast á IQ listanum lógu Basenji, Chow Cow, Eingilski Bulldog og Afghanski mjáhundurin.

-Orsaka meg, men eg kundi hugsað mær at sæð IQ hjá viðkomandi fólkum ið gera tílíkar (býttar) kanningar.

(Býttu) Kanningarnar verða grundaðar á hvussu væl hundurin lurtar og aktar. Gjørdi man eina kanning av hvør hundur fyrst megnaði at fanga eina rottu, hevði Afghanski mjáhundurin avgjørt ligið ovalaga. Gjørdi man eina kanning yvir besta vakthundin hevði Chow Chow ikki fingið ringan karakter – men harafturímóti hevði Border Collie ligið sum ein av teimum niðastu.

Gravhundur og Chihuahua fingu æruna av at vera aggressivastu hundarasur, men ongin frágreiðing var um, hví hesar rasur fingu eitt so ivasamt heiðurspláss. Hesar rasur eru sera populerar og hava fittar støddir. Tó skal hundaeigarin ikki lata seg lumpa av tí. Gravhundurin er ætlaður til at arbeiða, og hann elskar at arbeiða. Men orsakað av teirra populariteti sum familjuhundar og “sofahundar” hava teir fingið eina aggressiva etikett í (býttu) kanningini. Chihuahua er heimsins populerasta rasa og verður ofta sett í bás við “mótadýr” og “taskuhundar”. Eisini hesin hugburðurin hjá fleiri hundaeigarum (t.v.s. menniskjum!) førir við sær at Chihuahua fær eina malplasering í (býttu) kanningini.

Hundar eru avlaðir við ymiskum endamálum – annars hevði ikki verið nógv meining í at havt fleiri hundrað rasur.
Ein Border Collie er klókastur til tað hann er ætlaður til. Ein Basenji er klókastur til tað hann er ætlaður til...

Í mínari verð ber rætt og slætt ikki til at samanbera IQ hjá hundum – but then again- tað eru eisini býtt fólk í gera tað, ikki hundarnir sjálvir ;o)

Ester Áarskarð

Sunday, September 5, 2010

Mín lítli sarti hundur

Eg havi tvær tíkar av slagnum Italienskur mjáhundur, eisini kallað miniature greyhound. Tær eru klæntrasligar, smáar og vita væl at tær mugu ansa sær fyri baldrasligum børnum og hundum.
Vit hava frá byrjan luttikið á hvølpaskeiðum hjá HUFF og HUFF sosialisering. Hetta fyri at venja og fyri at venja hundarnar við aðrar hundar av ymiskum støddum og skapum.
Á hesi sosialisering vóru hvølparnir frá byrjan javnt smáir og ungir. Sum teir vaksa til veksur eisini munurin á stødd og aktivitetsstøði.
Mínir hundar eru aftirhaldandi og tíma ikki at berjast men spæla meira sum kettir, við at arga, renna undan og eftir hvørjum øðrum.
Hinir hvølparnar vóru fleiri av gravveiðihundaslag og baldrasligir. Hetta hevði við sær at mínir hildu seg aftanfyri míni bein og luttóku ikki í spælinum.
Sama skilið var við teimun av slagnum chihuahua.

Tann av mínum sum er meira sjálvsikkur byrjaði at vera illsint inná hundar vit hitta - bara at byrja við og so var alt í lagi. Men hetta bleiv ein sera keðiligir atburður. Hin sum er meira afturhaldandi, bleiv enn meira so, og vildi als ikki hitta hundar.
Vit avgjørdu at skilja okkum í tveir bólkar av hundum, uml. 3 kg og teir í eru á leið 8 - 10 kg. Villbassarnar spældu og leikaðu í sum vant, mestsum allir í pubertetinum. Fyrstu ferð vóru smáu hundarnar stillir, men gingu eitt sindur meira frítt. Chihuahuarnar spældu meira og minni vilt.
Longu næstu ferð legði mín lítla sarta upp til spæl og rann eitt sindur runt, so eg var ordiliga glað.
Tað gongur framá við henni og eg vóni at hon fær bygt sær sjálvsálitið ordiliga væl upp.

Hendan royndin hevur vissað meg í hvussu týdningarmikið tað er at hundar hittast og at teir hittast við nøkulunda javnlíkum.

Fríða Matras Brekku

Saturday, August 28, 2010

Snýt!

-"Gatukryds" eru nógv teir sunnastu hundarnir! Eg skal ongantíð hava rasuhund aftur!"

Orðini eigur ein frustreraður rasuhundaeigari. Ein rasuhundaeigari sum gjørdi sama feilin, sum so nógvir aðrir. Hann keypti sær hund við heimagjørdari ættartalvu. Hesin eigarin hevur rasuhund við kroniskum sjúkum og temperamentið passar ikki til rasuna.

Aftur í vár og summar hava lýsingar verið at sæð, sum lýsa við rasuhundum við ættartalvu - og teir kosta nakrar grønar seðlar. Men foreldraparið hevur ikki FCI (DKK) góðkendar ættartalvur, og heldur ikki eru sokallaðu "restriktiónirnar" yvirhildnar (sí frágreiðing niðanfyri). Eg veit at trupulleikin eisini er útbreiddur uttalanda sum í Føroyum. Men kanska eg eri sera optimistisk tá eg haldi at upplýsing kann náa øllum.
Kanska eru tað fleiri, sum hava ráð at gjalda nakrar grønar fyri ein hund, sum síðani krevur javnar djóralæknavitjanir. Men er tað eitt virðiligt lív fyri ein hund? Um talan var um byggisjusk, skuldu vit nokk rópt hart, og lati øll vita hvør sjuskuti byggiharrin var.

Er tað betri um eg sigi sum tað er??? Tit eru snýtt og reyvrend! Á næsta blogginum á hesi síðuni havi eg skrivað um "ættartalvuna", um tit vilja vita hvør munurin er á heimagjørdari ættartalvu og eini "ordiligari" ættartalvu.

-Annars... Gatykryds eru ikki sunnari enn rasuhundarnir (tá ættartalvan er í ordan!) Eg veit um fleiri gatukryds sum eru avlívaði á ungum aldri, orsakað av sjúkum og álvarsomum "konstruktións" feilum.

Stutt um restrikitiónir: Labrador-, Golden Retriever, Cavalier King Charles Spaniel, Amerikanskir Cocker Spaniel o.fl. Rasuklubbarnir undir DKK, hava ásett at m.a. hesar rasur skulu ígjøgnum ymsar kanningar áðrenn paring kann fara fram. Fær foreldraparið, ella annar parturin, vánaligan "karakter" í kanningunum verður paringin ikki gjøgnumførd. Hetta er fyri at tryggja keyparanum ein sunnan hund - og hvølpunum eitt virðiligt lív!

Er hetta enn tað reina volapykk? Set teg í samband við www.huff.dk og fá alt at vita um ættartalvur :)

Saturday, July 10, 2010

Motión

-Hetta er helst tað fyrsta vit kanna tá vit skulu velja hundarasu. Hvussu nógva “motión” krevur hesin hundurin. Helst tí vit ikki hava tíð (ella hug?) til ein krevjandi hund.

Kortini havi eg í eina viku upplivað tveir ógvuliga ábyrgdaleysar hundaeigarar, tá um galt at motiónera hundarnar.

Seinasta leygardag gekk eg ein túr við mínum hundum. Vit komu á eina minni trafikeraða gøtu, men tó so, bert ein síðugøta, til ein nógv trafikeraðan veg. Beint frammanfyri okkum steðgar ein bilur, ein evarska lítil hundur verður settur av, og seinastu 100 metrarnar til hús, rann lítli hundurin aftaná bilinum... Eg var so skelkað – haldi eg stóð og gløddi við opnum munni í fleiri minuttir – trúði ikki egnum eygum. Tá eg kom heim setti eg mín stóra skelk sum “status” á facebook. Tíbetur fekk eg viðhald í, at hetta er ein sera ábyrgdaleysur og dovin(!) háttur at motionera hundin.

Í góðveðrinum ídag var aftur túrur á skránni, eins og allar hinar dagarnar í vikuni. Vit møttu einum hundaeigara til gongu (við ongum hundi!). Hann spurdi, ógvuliga nattúrliga, um vit ikki lótu okkara Whippets renna aftaná bilinum til motión. Kanska lat eg skelkin frá seinasta leygardegi siga orðini, men hesin eigarin fekk mína meining at hoyra (vit skiltust kortini sum vinir).
Hann helt tað vera besta motiónsháttin tá hundurin skuldi “strekkja” beinini ordiliga. Men eg kundi upplýsa honum at eitt innigirt øki eisini var nóg mikið til at hundarnir kundu strekkja seg, um teir høvdu tørv á tí.

Vantar upplýsing á økinum, kanska?

Thursday, May 20, 2010

Skammað teg, Snar!

Ein góðan dag hittast hundar og eigarar til venjing – øll eru í góðum lag, veðrið er gott og onki er sum kundi gingið skeivt – ella?
Menniskju og hundar heilsa hvør øðrum og tosa um góða veðrið, fittu hundarnar og siga søgur, sum byrja við: “Oys, veist tú hvat Snar gjørdi ígjár....”

... Men brádliga knurrar Snar móti Charlie og loypir móti honum í illsinni. Eigarin rykkir Snar til sín, bukkar seg niður móti Snar, hyggur hann í eyguni og skeldar: “Skammað teg, Snar! Hvat er tað tú gert?!”
Væl vita vit at hetta er nærmast ein nattúrlig reaktión, tá vit menniskju blíva kløkk, men hvat hendi, tá Snar mundi lopið á Charlie?

Jú tveir eigarar standa og hugsavna seg um hvør annan, siga søgur um Snar og Charlie, og halda hundunum tætt inn at sær. Ongin ansar eftir, at við tað at vit halda hundunum tætt inn at okkum, í strammari línu, senda teir skeiv boð, við kroppsmálinum móti hvør øðrum. Eisini standa teir í einari stressaðari støðu – hittast her, saman við 8 øðrum hundum, sum allir síggja fittir og spennandi út, og onkur tík sum luktar væl, men teir fáa strang boð: “SIT!”

Reaktiónin hjá Snar kemur sostatt av nógvum ymiskum faktorum, men tað sum førir til enn meira stress er reaktiónin hjá eigaranum... Tað einasta “góða” Snar hevur, bukkar seg niðuryvir hann (hóttir), hyggur hann í eyguni (hóttir), og skeldar! Næstu ferð venjing verður hevur Snar kanska onki til yvirs fyri Charlie, tí alt sum kundi ganga skeivt, gekk skeivt...
.............................................

Tann góði eigarin hugsar, at hetta er ein støða eg havi ført hundin út í, hundurin hevur ikki valt at standa í hesi støðuni. Tað er ikki neyðugt hjá Snar at ganga runt og heilsa øllum hundunum sum eru komnir. Snar og eigarin halda eitt sindur av fjarstøðu meðan Snar stillisliga eygleiðir hinar hundarnar og fólkini, og eigarin gevur Snar rósandi orð fyri at vera róligur – og gevur Snar nógvar góðbitar fyri at hugsavna seg um eigaran og hyggja uppá hann, og Snar aktar beinavegin tá boðini koma: “Sit!”

Thursday, May 6, 2010

Ættartalva - ongan týdning

Eg skilji væl, at ikki øll hava áhuga fyri ættartalvum og tílíkum. Men tad vísir seg eisini soleidis, at tey flestu gera bert tann feilin einaferd.
Hví keypa hund vid DKK (ella FCI) ættartalvu fyri 10.000,- tá tú kanst fáa ein akkurát líka fittan hund vid adrari ættartalvu, heimagjørdari - ella ongari og fyri nógv lægri prís?
Her eru nakrar gódar grundir - sum áttu at fingid nakrar ávaringarklokkur at ljóda.

Tá eg keypti fyrsta hundin ein Papillon, "Snoopy", sum í dag er 5 ára gamal, kendi eg so at siga onki til DKK - ella ættartalvur. Eg fann av tilvild heimasíduna hjá einum alara og fekk góda hjálp, tænastu og vegleiding frá teimum.
Ein dagin tosadi eg vid eitt systkinabarn. Hon hevdi keypt sín hund frá hundahandlara í DK. Hann kostadi 4000,-, og var tá um 3 ára gamal. Eg segdi henni frá um hundin, sum eg hevdi bílagt - fyri meira enn tad tvífalda.
Hon gjørdist als ikki kløkk av mínum keypi, men segdi, at eg gjørdi púra beint. Hon hevdi nemliga brúkt nógvar ferdir 10.000,- uppá sín hund - til djóralækna! Hennara hundur hevdi so nógvar sjúkur og trupulleikar, at hann livdi heldur ikki leingi - men hann kostadi "ein bóndagard", tá alt kom til alt...
Fleiri halda, at tad nýtist ikki at vera so torført - hevur hundurin sjúkur/feilir, kann hann bara fáa "eina ávísa" sproytu frá djóralækna, og so er alt yvirstadid, men vit sum hava hund, og eru gód vid hann, vita at hann blívur jú ein partur av familjuni, og er ikki lættur at siga farvæl vid.

Og sídani tad havi eg hoyrt fleiri útgávur av hesi somu søgu. Fleiri hava keypt hund frá hundahandlara, ella ødrum kennel merkjum enn DKK og nógv av teimum koma eisini til at gjalda prísin - aftaná...

Í stuttum: DKK setir sera hørd krøv til kennlar og alarar. Summar rasur hava sokalladar "restriktiónir", sum ger, at hundurin, sum skal alast, fer ígjøgnum ymsar kanningar og skal gódkennast.
Eisini skulu teir hava ein sokalladan keypisáttmála, sum sigur, at hevur hundurin feilir ella sjúkur kann keyparin lata hundin aftur, og hevur krav uppá at fáa peningin endurgoldnan.

Eg havi eisini hoyrt versiónina um, at "gøtukryds" eru sunnastu hundarnir - men av teimum havi eg sanniliga eisini sæd brek og álvarsligar feilir... Sooooeee...

Sunday, May 2, 2010

Hundaeigarin, hundurin og ábyrgdin

Fleiri ferðir blíva vit hjá HUFF spurd um rasur, og hvat ávísar rasur krevja av t.d. motión og heilaaktivering. Hetta er jú eisini ein týdningarmikil spurningur fyri hundaeigarar. Men trupulleikin er ofta, at fólk seta spurningar eftir at tey hava fingið hundin.
Tað er nemliga altavgerðandi – fyri framtíðarlívið hjá hvølpinum – at familjan setir seg inn í hundarasuna tey ynskja sær. Vísir tað seg, at rasan man ynskir sær krevur ov nógv av familjuni, so ger eitt gott forarbeiði fyri at finna eina rasu sum passar perfekt til familjuna.
Ofta leggi eg til merkis, at fólk velja rasu alt eftir egnum fordómum. T.d. tað skal vera ein stórur hundur, ella Border Collie er einasta “rætta” rasan. Soleiðis síggi eg ofta at avgerðin verður tikin.
Avleiðingarnar fyri at velja “skeiva” rasu kunnu vera fleiri, men tíverri vísir tað seg at avleiðingarnar aloftast eru neiligar. Familjan megnar ikki at geva hundinum nokk av motión ella heilaaktivering. Hundurin má finna egið undirhald, so sum at tyggja møblar, skógvar, skræða pútur o.l.
Tíverri síggjast hesir hundarnir ofta hjá djóralæknunum fyri at “avlíva beistið”.

Ábyrgdin liggur altíð fyrst og fremst hjá eigaranum av hundinum.

Hundaeigarafelag Føroya


Hesin bloggur er stovnaður í samstarv við Hundaeigarafelag Føroya. Okkara heimasíða er http://www.huff.dk/ og huff er partur av Dansk Kennel Klub (stytt: DKK), ið aftur er partur av heimsumfatandi felagsskapinum FCI.
Hetta inniber at tað ið skrivað verður er í samsvar við hugburðin og politikkin hjá DKK, ið m.a stendur fyri sunnari og góðari aling av rasureinum hundum, hundavenjing og ikki minst av upplýsing um alt ið hevur við hundar, ymisk hundaviðurskiftir og hundahugburð at gera.
Sí nærri upplýsingar um HUFF/DKK á heimasíðuni.