Friday, November 26, 2010

Leysir hundar

Vit kenna teir øll... Teir ganga runt um húsini hjá okkum og, sum vit plaga at siga, “skíta”!

Vit eru irriteraði, og tosa við okkara grannar um trupulleikan. Vit eru øll samd um, at tað eru ikki hundarnir sum eru svarskyldugir, men eigararnir.

Tíðliga ein leygarmorgun sá eg tríggjar leysar hundar uttanfyri. Eg fór útum, við trimum reimum í hondini, lokkaði teir til mín við góðbitum. Tann eini rann avstað, so skjótt eg kom út. Tveir ótu góðbitar men vóru annars bangnir fyri míni hond, so lítið nyttaði at royna at fáa reimarnar á teir. Síðani hoyrdi eg ein eigara rópa á báðar hundarnar, so nú visti eg eisini, at teir hoyrdu til í einum húsum í grannalagnum. Frá øðrum grannum fekk eg at vita hvussu viðkomandi eitur. Eg ringdi til eigaran, segði mítt navn og hvar eg búgvi. Síðani spurdi eg hann vinarliga, um hann kundi binda hundarnar tá hann koyrdi teir út eina aðru ferð. Eigarin var fryntligur og lovaði at binda hundarnar.

Hetta havi eg gjørt nakrar ferðir eftir hondini – men bert við einum hundi, havi eg verið noydd at ringja fleiri ferðir til eigaran. Teir flestu eigararnir skilja boðskapin beinavegin, og skilja, at grannar og býurin annars, illskast inn á leysar hundar.

Vit vita, at her skal ein hugburðsbroyting til. Men ongin broyting fer fram uttan so, at vit geva boð til røttu viðkomandi. Vit kunnu ikki sum grannar teska ilt í krókunum um hundaeigararnar, sum lata hundarnar ganga leysar, og vænta at støðan broytist. Vit mugu venda okkum til hundaeigararnar.

Skuldi tað so ein dag komið fyri, at ein eigari eg ringi til, illskast inn á meg – so má eg kanska minna hann á, at eg kundi valt at ringt til hundafangaran ella til politii – og harfrá hevði kostnaðurin verið úti við 1000,- at fingið hundin aftur.

Tíverri havi eg ikki altíð kunna funnið fram til hvør eigur hundin, og ikki allir hundar hava navnamerki og telefonnummar – tá havi eg ringt til hundafangaran.

Eg ringi ikki um eg síggi ein hund 1 ferð. Men tá eg síggi somu hundar ferð eftir ferð, vil eg meta at talan er um líkasælu, og at hundaeigarin treingir til eina uppmuntran ;o)

Ester Áarskarð