Thursday, May 20, 2010

Skammað teg, Snar!

Ein góðan dag hittast hundar og eigarar til venjing – øll eru í góðum lag, veðrið er gott og onki er sum kundi gingið skeivt – ella?
Menniskju og hundar heilsa hvør øðrum og tosa um góða veðrið, fittu hundarnar og siga søgur, sum byrja við: “Oys, veist tú hvat Snar gjørdi ígjár....”

... Men brádliga knurrar Snar móti Charlie og loypir móti honum í illsinni. Eigarin rykkir Snar til sín, bukkar seg niður móti Snar, hyggur hann í eyguni og skeldar: “Skammað teg, Snar! Hvat er tað tú gert?!”
Væl vita vit at hetta er nærmast ein nattúrlig reaktión, tá vit menniskju blíva kløkk, men hvat hendi, tá Snar mundi lopið á Charlie?

Jú tveir eigarar standa og hugsavna seg um hvør annan, siga søgur um Snar og Charlie, og halda hundunum tætt inn at sær. Ongin ansar eftir, at við tað at vit halda hundunum tætt inn at okkum, í strammari línu, senda teir skeiv boð, við kroppsmálinum móti hvør øðrum. Eisini standa teir í einari stressaðari støðu – hittast her, saman við 8 øðrum hundum, sum allir síggja fittir og spennandi út, og onkur tík sum luktar væl, men teir fáa strang boð: “SIT!”

Reaktiónin hjá Snar kemur sostatt av nógvum ymiskum faktorum, men tað sum førir til enn meira stress er reaktiónin hjá eigaranum... Tað einasta “góða” Snar hevur, bukkar seg niðuryvir hann (hóttir), hyggur hann í eyguni (hóttir), og skeldar! Næstu ferð venjing verður hevur Snar kanska onki til yvirs fyri Charlie, tí alt sum kundi ganga skeivt, gekk skeivt...
.............................................

Tann góði eigarin hugsar, at hetta er ein støða eg havi ført hundin út í, hundurin hevur ikki valt at standa í hesi støðuni. Tað er ikki neyðugt hjá Snar at ganga runt og heilsa øllum hundunum sum eru komnir. Snar og eigarin halda eitt sindur av fjarstøðu meðan Snar stillisliga eygleiðir hinar hundarnar og fólkini, og eigarin gevur Snar rósandi orð fyri at vera róligur – og gevur Snar nógvar góðbitar fyri at hugsavna seg um eigaran og hyggja uppá hann, og Snar aktar beinavegin tá boðini koma: “Sit!”

Thursday, May 6, 2010

Ættartalva - ongan týdning

Eg skilji væl, at ikki øll hava áhuga fyri ættartalvum og tílíkum. Men tad vísir seg eisini soleidis, at tey flestu gera bert tann feilin einaferd.
Hví keypa hund vid DKK (ella FCI) ættartalvu fyri 10.000,- tá tú kanst fáa ein akkurát líka fittan hund vid adrari ættartalvu, heimagjørdari - ella ongari og fyri nógv lægri prís?
Her eru nakrar gódar grundir - sum áttu at fingid nakrar ávaringarklokkur at ljóda.

Tá eg keypti fyrsta hundin ein Papillon, "Snoopy", sum í dag er 5 ára gamal, kendi eg so at siga onki til DKK - ella ættartalvur. Eg fann av tilvild heimasíduna hjá einum alara og fekk góda hjálp, tænastu og vegleiding frá teimum.
Ein dagin tosadi eg vid eitt systkinabarn. Hon hevdi keypt sín hund frá hundahandlara í DK. Hann kostadi 4000,-, og var tá um 3 ára gamal. Eg segdi henni frá um hundin, sum eg hevdi bílagt - fyri meira enn tad tvífalda.
Hon gjørdist als ikki kløkk av mínum keypi, men segdi, at eg gjørdi púra beint. Hon hevdi nemliga brúkt nógvar ferdir 10.000,- uppá sín hund - til djóralækna! Hennara hundur hevdi so nógvar sjúkur og trupulleikar, at hann livdi heldur ikki leingi - men hann kostadi "ein bóndagard", tá alt kom til alt...
Fleiri halda, at tad nýtist ikki at vera so torført - hevur hundurin sjúkur/feilir, kann hann bara fáa "eina ávísa" sproytu frá djóralækna, og so er alt yvirstadid, men vit sum hava hund, og eru gód vid hann, vita at hann blívur jú ein partur av familjuni, og er ikki lættur at siga farvæl vid.

Og sídani tad havi eg hoyrt fleiri útgávur av hesi somu søgu. Fleiri hava keypt hund frá hundahandlara, ella ødrum kennel merkjum enn DKK og nógv av teimum koma eisini til at gjalda prísin - aftaná...

Í stuttum: DKK setir sera hørd krøv til kennlar og alarar. Summar rasur hava sokalladar "restriktiónir", sum ger, at hundurin, sum skal alast, fer ígjøgnum ymsar kanningar og skal gódkennast.
Eisini skulu teir hava ein sokalladan keypisáttmála, sum sigur, at hevur hundurin feilir ella sjúkur kann keyparin lata hundin aftur, og hevur krav uppá at fáa peningin endurgoldnan.

Eg havi eisini hoyrt versiónina um, at "gøtukryds" eru sunnastu hundarnir - men av teimum havi eg sanniliga eisini sæd brek og álvarsligar feilir... Sooooeee...

Sunday, May 2, 2010

Hundaeigarin, hundurin og ábyrgdin

Fleiri ferðir blíva vit hjá HUFF spurd um rasur, og hvat ávísar rasur krevja av t.d. motión og heilaaktivering. Hetta er jú eisini ein týdningarmikil spurningur fyri hundaeigarar. Men trupulleikin er ofta, at fólk seta spurningar eftir at tey hava fingið hundin.
Tað er nemliga altavgerðandi – fyri framtíðarlívið hjá hvølpinum – at familjan setir seg inn í hundarasuna tey ynskja sær. Vísir tað seg, at rasan man ynskir sær krevur ov nógv av familjuni, so ger eitt gott forarbeiði fyri at finna eina rasu sum passar perfekt til familjuna.
Ofta leggi eg til merkis, at fólk velja rasu alt eftir egnum fordómum. T.d. tað skal vera ein stórur hundur, ella Border Collie er einasta “rætta” rasan. Soleiðis síggi eg ofta at avgerðin verður tikin.
Avleiðingarnar fyri at velja “skeiva” rasu kunnu vera fleiri, men tíverri vísir tað seg at avleiðingarnar aloftast eru neiligar. Familjan megnar ikki at geva hundinum nokk av motión ella heilaaktivering. Hundurin má finna egið undirhald, so sum at tyggja møblar, skógvar, skræða pútur o.l.
Tíverri síggjast hesir hundarnir ofta hjá djóralæknunum fyri at “avlíva beistið”.

Ábyrgdin liggur altíð fyrst og fremst hjá eigaranum av hundinum.

Hundaeigarafelag Føroya


Hesin bloggur er stovnaður í samstarv við Hundaeigarafelag Føroya. Okkara heimasíða er http://www.huff.dk/ og huff er partur av Dansk Kennel Klub (stytt: DKK), ið aftur er partur av heimsumfatandi felagsskapinum FCI.
Hetta inniber at tað ið skrivað verður er í samsvar við hugburðin og politikkin hjá DKK, ið m.a stendur fyri sunnari og góðari aling av rasureinum hundum, hundavenjing og ikki minst av upplýsing um alt ið hevur við hundar, ymisk hundaviðurskiftir og hundahugburð at gera.
Sí nærri upplýsingar um HUFF/DKK á heimasíðuni.