Monday, May 30, 2011

Hundabann


Vit, sum hundaeigarar, mugu taka í egnan barm viðhvørt. Hóast umstøðurnar viðvíkjandi hundaøkjum í Føroyum eru sera avmarkaðar mugu vit eisini ansa okkum tá talan er um at finna umberingar fyri hví vit sleppa okkara hundum leysum - og ikki minst hvar vit sleppa teimum leysum.



Serliga mugu vit ansa okkum tá talan er um økir har nógv onnur fólk ganga eisini. Ikki øll eru áhugaði í at møta leysum hundum - hóast vit halda okkara hundar eru fittir - og fleiri, bæði børn og vaksin ræðast hundar.

Trupulleikin er bara, at hetta bert gongur útyvir okkum sjálvi. Tá fleiri fólk hava klagað og gramt seg um støður av leysum hundum, kunnu vit vænta at kommunurnar fara at seta hundabann í ávísum økjum. Onkur hugsar nokk, at reglar eru til fyri at bróta, men hetta eru eisini skeltir ið flestu hundaeigarar ynskja at virða, og tí verður avmarkað hvussu ofta man fer at ganga á teimum grønu, góðu blettunum uttanfyri býarøkið.

Helst er tað ikki "generelt" allir hundaeigarar ið sleppa hundunum leysum. Teir flestu hava hundin í bandi. Men tað kann henda seg so skjótt at bert ein hundur fær bikarið at flóta yvir hjá fólkum ið ikki dáma hundar.

Baksíðan av heiðursmerkinum er, at vit kunnu vænta hetta gongur út yvir hundaeigaran sjálvan, og vit síggja longu sum er, alt fleiri hundabann.



Ester Áarskarð

Sunday, April 17, 2011

Atferðartrupulleikar

Ja, so er tíðin væl og virðiliga komin at dagføra bloggin ;o) Í január yvirtóku vit hundin hjá foreldrunum, tí teirra umstøður broyttust og førdu við sær, at hvørki tíðin ella orkan strektu til ein hund. Blanco er ein 14 mánaðar gamal Whippet. Blanco er ein sera rólig typa, og altíð blíður og glaður. Tá hann kom til Føroya hevði eg bara gott at bera alarunum, og teirra arbeiði at sosialisera Blanco. Hann elskaði at hitta hundar á gøtuni, og var altíð blíður... Eg helt at eg kendi Blanco so mikið væl, at tað átti ikki at verði nakar trupulleiki at yvirtaka hann. Tað var tað fyri so vítt heldur ikki, tí hann hevur verið sera nógv her í húsinum, síðani hann kom til Føroya. Men tá eg fór túrar við honum legði eg til merkis, at hann brádliga hevði broytt atferð, tá hann hoyrdi/sá aðrar hundar, serstakliga teimum í stóðu inni í havum o.t. Eg gav honum kortini góðbitar, tá hann vísti ta atferðina, sum eg ynskti, við at fyrihalda seg róligan, tá hann hoyrdi/sá ein hund onkustaðni. Stutt eftir fann eg útav, at hóast eg kendi umstøðurnar hjá Blanco sera væl, so var ein lítil detalja, sum mamma hevði gloymt at nevna við meg, og sum førdi við sær, at eg brádliga skilti Blanco. Mest sum út í tóman heim, og uttan at hugsa um at hetta hevði sera stóran týdning fyri meg at vita, segði hon ein dagin, vit sóu ein hund, at hasin hundurin var sloppin út úr garðinum hann stóð í, og hevði lopið á Blanco. Tá gekk tað upp fyri mær, at hansara atferð, tá hann møtti øðrum hundum, var orsakað av eini óhepnari uppliving. Tí kundi eg "anda lættan" og vita, at hann hevði eina sera góða grund til sína atferð. Eg havi hildið áfram við venjingini, meðan vit ganga túrar. Eisini havi eg verið til hvølpavenjing við honum fyri at sosialisera hann av nýggjum, og geva honum góðar upplivingar saman við øðrum hundum. Hvølpavenjingin gongur sera væl, og vit kunnu standa saman við hinum hvølpunum og venja, nú vit hava verið saman við teimum 6 ferðir. Tað gongur spakuliga framá tá vit ganga túr, men orsakað av, at hansara keðiliga uppliving fór fram á einum túri hevur hetta verið torført at venja av honum og enn gongur ógvuliga seint. Ofta vísir tað seg soleiðis, at tekur hann tvey stig fram, so ger onkur uppliving at hann fer eitt fet aftur - og soleiðis er eisini við hesari venjingini. Ein dagin kom aftur ein hundur leypandi úr einum garði, men tíbetur kláraði eg at halda honum burtur frá Blanco, men hetta var kortini enn eitt lítið afturstig í venjingini. Higartil hevur kortini eydnast mær at venja hann við at ganga róliga fram við húsum har hann bara hoyrir ein hund, og ikki sær hann. Vónandi kunnu lesararnir fáa gleði av bloggunum og smáu stigunum eg geri við Blanco :o) Ester Áarskarð