Monday, May 30, 2011

Hundabann


Vit, sum hundaeigarar, mugu taka í egnan barm viðhvørt. Hóast umstøðurnar viðvíkjandi hundaøkjum í Føroyum eru sera avmarkaðar mugu vit eisini ansa okkum tá talan er um at finna umberingar fyri hví vit sleppa okkara hundum leysum - og ikki minst hvar vit sleppa teimum leysum.



Serliga mugu vit ansa okkum tá talan er um økir har nógv onnur fólk ganga eisini. Ikki øll eru áhugaði í at møta leysum hundum - hóast vit halda okkara hundar eru fittir - og fleiri, bæði børn og vaksin ræðast hundar.

Trupulleikin er bara, at hetta bert gongur útyvir okkum sjálvi. Tá fleiri fólk hava klagað og gramt seg um støður av leysum hundum, kunnu vit vænta at kommunurnar fara at seta hundabann í ávísum økjum. Onkur hugsar nokk, at reglar eru til fyri at bróta, men hetta eru eisini skeltir ið flestu hundaeigarar ynskja at virða, og tí verður avmarkað hvussu ofta man fer at ganga á teimum grønu, góðu blettunum uttanfyri býarøkið.

Helst er tað ikki "generelt" allir hundaeigarar ið sleppa hundunum leysum. Teir flestu hava hundin í bandi. Men tað kann henda seg so skjótt at bert ein hundur fær bikarið at flóta yvir hjá fólkum ið ikki dáma hundar.

Baksíðan av heiðursmerkinum er, at vit kunnu vænta hetta gongur út yvir hundaeigaran sjálvan, og vit síggja longu sum er, alt fleiri hundabann.



Ester Áarskarð

No comments:

Post a Comment