Monday, May 30, 2011

Hundabann


Vit, sum hundaeigarar, mugu taka í egnan barm viðhvørt. Hóast umstøðurnar viðvíkjandi hundaøkjum í Føroyum eru sera avmarkaðar mugu vit eisini ansa okkum tá talan er um at finna umberingar fyri hví vit sleppa okkara hundum leysum - og ikki minst hvar vit sleppa teimum leysum.



Serliga mugu vit ansa okkum tá talan er um økir har nógv onnur fólk ganga eisini. Ikki øll eru áhugaði í at møta leysum hundum - hóast vit halda okkara hundar eru fittir - og fleiri, bæði børn og vaksin ræðast hundar.

Trupulleikin er bara, at hetta bert gongur útyvir okkum sjálvi. Tá fleiri fólk hava klagað og gramt seg um støður av leysum hundum, kunnu vit vænta at kommunurnar fara at seta hundabann í ávísum økjum. Onkur hugsar nokk, at reglar eru til fyri at bróta, men hetta eru eisini skeltir ið flestu hundaeigarar ynskja at virða, og tí verður avmarkað hvussu ofta man fer at ganga á teimum grønu, góðu blettunum uttanfyri býarøkið.

Helst er tað ikki "generelt" allir hundaeigarar ið sleppa hundunum leysum. Teir flestu hava hundin í bandi. Men tað kann henda seg so skjótt at bert ein hundur fær bikarið at flóta yvir hjá fólkum ið ikki dáma hundar.

Baksíðan av heiðursmerkinum er, at vit kunnu vænta hetta gongur út yvir hundaeigaran sjálvan, og vit síggja longu sum er, alt fleiri hundabann.



Ester Áarskarð

Sunday, April 17, 2011

Atferðartrupulleikar

Ja, so er tíðin væl og virðiliga komin at dagføra bloggin ;o) Í január yvirtóku vit hundin hjá foreldrunum, tí teirra umstøður broyttust og førdu við sær, at hvørki tíðin ella orkan strektu til ein hund. Blanco er ein 14 mánaðar gamal Whippet. Blanco er ein sera rólig typa, og altíð blíður og glaður. Tá hann kom til Føroya hevði eg bara gott at bera alarunum, og teirra arbeiði at sosialisera Blanco. Hann elskaði at hitta hundar á gøtuni, og var altíð blíður... Eg helt at eg kendi Blanco so mikið væl, at tað átti ikki at verði nakar trupulleiki at yvirtaka hann. Tað var tað fyri so vítt heldur ikki, tí hann hevur verið sera nógv her í húsinum, síðani hann kom til Føroya. Men tá eg fór túrar við honum legði eg til merkis, at hann brádliga hevði broytt atferð, tá hann hoyrdi/sá aðrar hundar, serstakliga teimum í stóðu inni í havum o.t. Eg gav honum kortini góðbitar, tá hann vísti ta atferðina, sum eg ynskti, við at fyrihalda seg róligan, tá hann hoyrdi/sá ein hund onkustaðni. Stutt eftir fann eg útav, at hóast eg kendi umstøðurnar hjá Blanco sera væl, so var ein lítil detalja, sum mamma hevði gloymt at nevna við meg, og sum førdi við sær, at eg brádliga skilti Blanco. Mest sum út í tóman heim, og uttan at hugsa um at hetta hevði sera stóran týdning fyri meg at vita, segði hon ein dagin, vit sóu ein hund, at hasin hundurin var sloppin út úr garðinum hann stóð í, og hevði lopið á Blanco. Tá gekk tað upp fyri mær, at hansara atferð, tá hann møtti øðrum hundum, var orsakað av eini óhepnari uppliving. Tí kundi eg "anda lættan" og vita, at hann hevði eina sera góða grund til sína atferð. Eg havi hildið áfram við venjingini, meðan vit ganga túrar. Eisini havi eg verið til hvølpavenjing við honum fyri at sosialisera hann av nýggjum, og geva honum góðar upplivingar saman við øðrum hundum. Hvølpavenjingin gongur sera væl, og vit kunnu standa saman við hinum hvølpunum og venja, nú vit hava verið saman við teimum 6 ferðir. Tað gongur spakuliga framá tá vit ganga túr, men orsakað av, at hansara keðiliga uppliving fór fram á einum túri hevur hetta verið torført at venja av honum og enn gongur ógvuliga seint. Ofta vísir tað seg soleiðis, at tekur hann tvey stig fram, so ger onkur uppliving at hann fer eitt fet aftur - og soleiðis er eisini við hesari venjingini. Ein dagin kom aftur ein hundur leypandi úr einum garði, men tíbetur kláraði eg at halda honum burtur frá Blanco, men hetta var kortini enn eitt lítið afturstig í venjingini. Higartil hevur kortini eydnast mær at venja hann við at ganga róliga fram við húsum har hann bara hoyrir ein hund, og ikki sær hann. Vónandi kunnu lesararnir fáa gleði av bloggunum og smáu stigunum eg geri við Blanco :o) Ester Áarskarð

Sunday, December 5, 2010

Jólini og hundurin

So nærkast jólini, og vit eru spent og glað hesa hugnaligu ársins tíð. Men tað er eisini annað ið eyðmerkir tíðina – vit hava úr at gera og tey flestu kenna eisini jólastressið og jólaresið.
Okkara hundar fáa upplivingar gjøgnum okkum menniskju. Hundurin merkir eisini stressið ið er í okkum.

Undan jólum skulu vit ofta til fleiri jólafrokostar, og um jólini verða vit útbjóðaði og/ella fáa gestir, nærum hvønn dag.

Fyri hundar er rutina sera týdningarmikil – og minst til, hundurin fær onga uppliving, um tað ikki er húsfólkið ið gevur teimum tær.

Hav í huga, at hundurin skal eisini túrar – og tað er sanniliga gott at ganga fyri stressaði fólk eisini. Hugsa um at fáa hundin at passa inn í stressaða skemaði. Tak hundin við um tú veist tú fert til fólk ið kunnu “halda hann út” – og hundurin kann halda út at vera í fremmandum húsum.

Hundurin hevur ikki valt okkum, vit hava átikið okkum ábyrgdina av hundi, og ábyrgdin er onki øðrvísi á jólum :o)


Gloym ikki pakkan til hundin! Pakka góðbitar inn í ein stuttligan aktivitetsbólt... Lat hann fáa nýtt tyggibein... Grísaoyra... (piv)leikur... Ja, nú tit eru í spanderibuksunum allíkavæl ;o)


Gleðilig (hunda) jól

Friday, November 26, 2010

Leysir hundar

Vit kenna teir øll... Teir ganga runt um húsini hjá okkum og, sum vit plaga at siga, “skíta”!

Vit eru irriteraði, og tosa við okkara grannar um trupulleikan. Vit eru øll samd um, at tað eru ikki hundarnir sum eru svarskyldugir, men eigararnir.

Tíðliga ein leygarmorgun sá eg tríggjar leysar hundar uttanfyri. Eg fór útum, við trimum reimum í hondini, lokkaði teir til mín við góðbitum. Tann eini rann avstað, so skjótt eg kom út. Tveir ótu góðbitar men vóru annars bangnir fyri míni hond, so lítið nyttaði at royna at fáa reimarnar á teir. Síðani hoyrdi eg ein eigara rópa á báðar hundarnar, so nú visti eg eisini, at teir hoyrdu til í einum húsum í grannalagnum. Frá øðrum grannum fekk eg at vita hvussu viðkomandi eitur. Eg ringdi til eigaran, segði mítt navn og hvar eg búgvi. Síðani spurdi eg hann vinarliga, um hann kundi binda hundarnar tá hann koyrdi teir út eina aðru ferð. Eigarin var fryntligur og lovaði at binda hundarnar.

Hetta havi eg gjørt nakrar ferðir eftir hondini – men bert við einum hundi, havi eg verið noydd at ringja fleiri ferðir til eigaran. Teir flestu eigararnir skilja boðskapin beinavegin, og skilja, at grannar og býurin annars, illskast inn á leysar hundar.

Vit vita, at her skal ein hugburðsbroyting til. Men ongin broyting fer fram uttan so, at vit geva boð til røttu viðkomandi. Vit kunnu ikki sum grannar teska ilt í krókunum um hundaeigararnar, sum lata hundarnar ganga leysar, og vænta at støðan broytist. Vit mugu venda okkum til hundaeigararnar.

Skuldi tað so ein dag komið fyri, at ein eigari eg ringi til, illskast inn á meg – so má eg kanska minna hann á, at eg kundi valt at ringt til hundafangaran ella til politii – og harfrá hevði kostnaðurin verið úti við 1000,- at fingið hundin aftur.

Tíverri havi eg ikki altíð kunna funnið fram til hvør eigur hundin, og ikki allir hundar hava navnamerki og telefonnummar – tá havi eg ringt til hundafangaran.

Eg ringi ikki um eg síggi ein hund 1 ferð. Men tá eg síggi somu hundar ferð eftir ferð, vil eg meta at talan er um líkasælu, og at hundaeigarin treingir til eina uppmuntran ;o)

Ester Áarskarð

Wednesday, October 20, 2010

Við virðing

Hundur og dominans er eitt sera stórt evni, men eg velji heldur at taka nøkur einføld dømi úr dagligdegnum saman við hundum
Hundur er flokkdjór vita vit, men hvat merkir tað í veruleikanum? Tað merkir, at vit ansa hvør øðrum, vit hava ávísar uppgávur í mun til hvør annan, og í mun til hvørjari støðu vit eru í. Men kenna vit ikki júst hesa støðuna aftur frá okkum menniskjum? –Jú vit gera!

Ferð eftir ferð verði eg spurd spurningar sum:
Roynir hundurin at dominera meg?
Eri eg ikki nóg avgjørdur og nóg góður leiðari/harri yvir mínum hundi?
Roynir hundurin at yvirtaka familjuna/børnini?

Í seinastuni havi eg passað hundin hjá foreldrunum, ein 8 mánaðar gamal Whippet hvølpur. Jú fleiri hundar eg havi í húsinum jú størri váttan fái eg fyri, at hundar ikki royna at “yvirtaka” nakran, ella nakað. Tá fleiri hundar eru, sæst týðuliga hvussu teir ansa hvør øðrum og hava hvør sína uppgávu – og sjálvandi havi eg størstu ábyrgdina, men eg noyðist ikki ferð eftir ferð at vísa mítt vald yvir fyri hundunum.

Eg vakni árla á morgni við tveimum hundum undir dýnuni – onkuntíð trimum... Uhhaa, hugsar gamla hundapsykologiin: Hundurin heldur seg vera á jøvnum føti við menniskjuni. Nei, songin er ein stór og bleyt hundakurv – har hundarnir kunnu liggja saman við øllum flokkinum – eisini eigaranum.

Jú víst eri eg tann, sum gevi hundunum ordrar – men talan er um “gensidiga” respekt. Eg havi respekt fyri mínum hundum, mínir hundar hava respekt fyri mær, og hundarnir hava respekt sínamillum. Snoopy, mín lítli Papillon, knurrar um Nikita kemur ov nær, og hann vil hava frið. Á sama hátt knurrar Nikita eftir Snoopy, um hon hevur eitt bein/mat, sum hon vil hava í frið. Eg sigi “Nei!” um Nikita hoppar upp eftir borðinum fyri at stjala mat.. O.s.fr.

Men hvat er tað so, sum ger, at vit menniskju í síðsta enda, taka avgerðirnar? Ella helst áttu at havt síðsta orðið?
Tað er heilt einfalt tí, at vit mugu syrgja fyri, at hundarnir sleppa út ein túr, at teir fáa at eta og at teir sleppa at gera okkurt stuttligt (spæla við bóltar o.t.) – vit taka initiativi til at hava tað stuttligt, og til allar upplivingarnar hundarnir fáa.

Er ein eigari passivur, ella kanska ótryggur, við sín hund. So verður hundurin eisini ótryggur við eigaran. Vísir eigarin ikki respekt fyri hundinum, so vísir hundurin ikki respekt fyri eigaranum.

Tað, ið blívur tulkað sum dominans, er heilt einfalt manglandi virðing fyri hvør øðrum – ella onnur viðurskifti ið hava við atferð at gera – møguligir atferðartrupulleikar.

Hvølpurin hjá foreldrunum, Blanco, er 8 mánaðar gamal og er byrjaður at lyfta bein tá hann pissar og markerar seg. Summar tíkar gera eisini tað. Vit tulka eisini hetta sum dominering. Men talan er bert um eitt sokallað “visitkort”, sum hundarnir leggja aftir seg, til næsta hund at finna.

Blanco hevur eisini havt ilt við at líta á okkum, tá vit ynskja at taka leikur frá honum. Hann hevur knurrað eftir okkum, sum vit kundu tulkað sum dominering. Nú hava vit lært hann, at hann fær ein góðbit afturfyri leikuna, og at vit bara “læna” leikuna, so fær hann hana aftur – harvið verður álitið okkara millum bygt upp.

Viðhvørt hevur Nikita víst paringatferð yvir Blanco. Hetta er kanska ein tann ringasta atferðin at tulka – men er eisini misskilt sum dominering.
Talan er um eina sokallaða “overspringshandling”. Nakað, sum hundar gera, um teir ikki kenna seg heilt tryggar við eitthvørt í umhvørvinum, og ikki vita sær nakað “annað” og betri at gera.

Tað, sum vit tulka sum dominering kann samanberast við eina vanliga familju. Foreldur tosa ikki um, at tey hava dominansin yvir børnunum, ella at børnini skulu kenna sítt pláss niðast í hierarkinum. Foreldrini hava síðsta orðið at siga – men teirra avgerðir eru, eftir egnum førimuni og meiningum, fyri barnsins egna besta.

Ester Áarskarð

Friday, October 8, 2010

Sterilisering av djórum

Hví hava fólk í Føroyum so ilt við at sterilisera ella gelda sínar hundar og kettur?

Tað eru so nógvir hvølpar og kettlingar bjóðaðir út í bløðunum og á netinum, og man skal vera heppin at kunna vitja djóralæknan uttan at skulla fáa hjartakvalir av, at ein kassi fullur av kettlingum kemur til avlívingar. Hetta kemst av tí at man ikki finnur heim til teir. Hvør hevur hjarta til slíkt?

Nú man veit hvussu vanligt tað er at drukna kettlingar (ella waterborda til deyðis) er tað sjálvandi fragari hjá djóralæknanum. Men hevði tað ikki veri betur at teir als ikki vóru komnir til verðina? Eg hoyri mangan at hunda og kettueigarar siga at tað er synd at taka fertilitetin frá djórunum?! Men somu fólk sum lata kettuna fáa kettlingar ferð eftir ferð, lata kettuna hava ein kettling eftir og taka restina frá henni? Er tað ikki synd? Er kettan so grað at hon ikki vil av við sína lívmóðir, og so býtt at hon ikki veit hvussu nógvar kettlingar hon fekk? Um man tekur fertilitetin frá hundum og kettum er kynsdriftin vekk. Tey droyma ikki um kettlingar/hvølpar og lítlar reimar o.a. útstýr, sum vit kvinnur kunnu finna uppá tá ið vit síggja ein barnavogn.

Hjá djórunum er reproduktión ein instinktiv drift, drivin av hormonum. Letur man hundin/kettuna gelda hugsa tey ikki meira um tað. Hvat er so meira synd,- at lata hundin/frensin stressa og mala konstant eftir tíkum/kettum og plága teirra eigarar, men ongantíð sleppa til? (Tað er altíð onkur tík sum gongur á illum onkrastaðni og hundarnar lukta hana fleiri kilometrar frá) Ella at taka driftina frá teimun og lata tey brýggja seg um at hava tað gott? Ógeldir frensar ganga og pissa hjá teimun sum eiga kettur, og øll sum eiga kettu ella frens vita hvussu illa tað luktar!

So er tað at tey siga at hundar/kettur vera tjúkk av at vera geld. Nei! Fiti hongur bara saman við at ov nógv fer í kjaftin í mun til hvussu nógv verður motionerað. Um man tekur eitt djór til sín skal man vera til reiðar at gjalda tað tað kostar at ansa teimun rætt. Vit skulu taka ábyrgdina á okkum sjálvi og ikki lata tað ikki vera ein samfelagstrupulleika. Lata vit hvølpar ella kettlingar seta í verðina skal tað vera ein góð meining við tí, og ikki til stuttleika. Tað er dýrabart lív!

Bara mín meining.

Fríða Matras Brekku

Tuesday, September 14, 2010

Býtt kanning!

Eg las ein dagin, at klókasta rasan er Border Collie. Sjálvandi- hugsa tey flestu av okkum. Enntá orðið “intelligent” bleiv brúkt. Niðast á IQ listanum lógu Basenji, Chow Cow, Eingilski Bulldog og Afghanski mjáhundurin.

-Orsaka meg, men eg kundi hugsað mær at sæð IQ hjá viðkomandi fólkum ið gera tílíkar (býttar) kanningar.

(Býttu) Kanningarnar verða grundaðar á hvussu væl hundurin lurtar og aktar. Gjørdi man eina kanning av hvør hundur fyrst megnaði at fanga eina rottu, hevði Afghanski mjáhundurin avgjørt ligið ovalaga. Gjørdi man eina kanning yvir besta vakthundin hevði Chow Chow ikki fingið ringan karakter – men harafturímóti hevði Border Collie ligið sum ein av teimum niðastu.

Gravhundur og Chihuahua fingu æruna av at vera aggressivastu hundarasur, men ongin frágreiðing var um, hví hesar rasur fingu eitt so ivasamt heiðurspláss. Hesar rasur eru sera populerar og hava fittar støddir. Tó skal hundaeigarin ikki lata seg lumpa av tí. Gravhundurin er ætlaður til at arbeiða, og hann elskar at arbeiða. Men orsakað av teirra populariteti sum familjuhundar og “sofahundar” hava teir fingið eina aggressiva etikett í (býttu) kanningini. Chihuahua er heimsins populerasta rasa og verður ofta sett í bás við “mótadýr” og “taskuhundar”. Eisini hesin hugburðurin hjá fleiri hundaeigarum (t.v.s. menniskjum!) førir við sær at Chihuahua fær eina malplasering í (býttu) kanningini.

Hundar eru avlaðir við ymiskum endamálum – annars hevði ikki verið nógv meining í at havt fleiri hundrað rasur.
Ein Border Collie er klókastur til tað hann er ætlaður til. Ein Basenji er klókastur til tað hann er ætlaður til...

Í mínari verð ber rætt og slætt ikki til at samanbera IQ hjá hundum – but then again- tað eru eisini býtt fólk í gera tað, ikki hundarnir sjálvir ;o)

Ester Áarskarð