Wednesday, October 20, 2010

Við virðing

Hundur og dominans er eitt sera stórt evni, men eg velji heldur at taka nøkur einføld dømi úr dagligdegnum saman við hundum
Hundur er flokkdjór vita vit, men hvat merkir tað í veruleikanum? Tað merkir, at vit ansa hvør øðrum, vit hava ávísar uppgávur í mun til hvør annan, og í mun til hvørjari støðu vit eru í. Men kenna vit ikki júst hesa støðuna aftur frá okkum menniskjum? –Jú vit gera!

Ferð eftir ferð verði eg spurd spurningar sum:
Roynir hundurin at dominera meg?
Eri eg ikki nóg avgjørdur og nóg góður leiðari/harri yvir mínum hundi?
Roynir hundurin at yvirtaka familjuna/børnini?

Í seinastuni havi eg passað hundin hjá foreldrunum, ein 8 mánaðar gamal Whippet hvølpur. Jú fleiri hundar eg havi í húsinum jú størri váttan fái eg fyri, at hundar ikki royna at “yvirtaka” nakran, ella nakað. Tá fleiri hundar eru, sæst týðuliga hvussu teir ansa hvør øðrum og hava hvør sína uppgávu – og sjálvandi havi eg størstu ábyrgdina, men eg noyðist ikki ferð eftir ferð at vísa mítt vald yvir fyri hundunum.

Eg vakni árla á morgni við tveimum hundum undir dýnuni – onkuntíð trimum... Uhhaa, hugsar gamla hundapsykologiin: Hundurin heldur seg vera á jøvnum føti við menniskjuni. Nei, songin er ein stór og bleyt hundakurv – har hundarnir kunnu liggja saman við øllum flokkinum – eisini eigaranum.

Jú víst eri eg tann, sum gevi hundunum ordrar – men talan er um “gensidiga” respekt. Eg havi respekt fyri mínum hundum, mínir hundar hava respekt fyri mær, og hundarnir hava respekt sínamillum. Snoopy, mín lítli Papillon, knurrar um Nikita kemur ov nær, og hann vil hava frið. Á sama hátt knurrar Nikita eftir Snoopy, um hon hevur eitt bein/mat, sum hon vil hava í frið. Eg sigi “Nei!” um Nikita hoppar upp eftir borðinum fyri at stjala mat.. O.s.fr.

Men hvat er tað so, sum ger, at vit menniskju í síðsta enda, taka avgerðirnar? Ella helst áttu at havt síðsta orðið?
Tað er heilt einfalt tí, at vit mugu syrgja fyri, at hundarnir sleppa út ein túr, at teir fáa at eta og at teir sleppa at gera okkurt stuttligt (spæla við bóltar o.t.) – vit taka initiativi til at hava tað stuttligt, og til allar upplivingarnar hundarnir fáa.

Er ein eigari passivur, ella kanska ótryggur, við sín hund. So verður hundurin eisini ótryggur við eigaran. Vísir eigarin ikki respekt fyri hundinum, so vísir hundurin ikki respekt fyri eigaranum.

Tað, ið blívur tulkað sum dominans, er heilt einfalt manglandi virðing fyri hvør øðrum – ella onnur viðurskifti ið hava við atferð at gera – møguligir atferðartrupulleikar.

Hvølpurin hjá foreldrunum, Blanco, er 8 mánaðar gamal og er byrjaður at lyfta bein tá hann pissar og markerar seg. Summar tíkar gera eisini tað. Vit tulka eisini hetta sum dominering. Men talan er bert um eitt sokallað “visitkort”, sum hundarnir leggja aftir seg, til næsta hund at finna.

Blanco hevur eisini havt ilt við at líta á okkum, tá vit ynskja at taka leikur frá honum. Hann hevur knurrað eftir okkum, sum vit kundu tulkað sum dominering. Nú hava vit lært hann, at hann fær ein góðbit afturfyri leikuna, og at vit bara “læna” leikuna, so fær hann hana aftur – harvið verður álitið okkara millum bygt upp.

Viðhvørt hevur Nikita víst paringatferð yvir Blanco. Hetta er kanska ein tann ringasta atferðin at tulka – men er eisini misskilt sum dominering.
Talan er um eina sokallaða “overspringshandling”. Nakað, sum hundar gera, um teir ikki kenna seg heilt tryggar við eitthvørt í umhvørvinum, og ikki vita sær nakað “annað” og betri at gera.

Tað, sum vit tulka sum dominering kann samanberast við eina vanliga familju. Foreldur tosa ikki um, at tey hava dominansin yvir børnunum, ella at børnini skulu kenna sítt pláss niðast í hierarkinum. Foreldrini hava síðsta orðið at siga – men teirra avgerðir eru, eftir egnum førimuni og meiningum, fyri barnsins egna besta.

Ester Áarskarð

Friday, October 8, 2010

Sterilisering av djórum

Hví hava fólk í Føroyum so ilt við at sterilisera ella gelda sínar hundar og kettur?

Tað eru so nógvir hvølpar og kettlingar bjóðaðir út í bløðunum og á netinum, og man skal vera heppin at kunna vitja djóralæknan uttan at skulla fáa hjartakvalir av, at ein kassi fullur av kettlingum kemur til avlívingar. Hetta kemst av tí at man ikki finnur heim til teir. Hvør hevur hjarta til slíkt?

Nú man veit hvussu vanligt tað er at drukna kettlingar (ella waterborda til deyðis) er tað sjálvandi fragari hjá djóralæknanum. Men hevði tað ikki veri betur at teir als ikki vóru komnir til verðina? Eg hoyri mangan at hunda og kettueigarar siga at tað er synd at taka fertilitetin frá djórunum?! Men somu fólk sum lata kettuna fáa kettlingar ferð eftir ferð, lata kettuna hava ein kettling eftir og taka restina frá henni? Er tað ikki synd? Er kettan so grað at hon ikki vil av við sína lívmóðir, og so býtt at hon ikki veit hvussu nógvar kettlingar hon fekk? Um man tekur fertilitetin frá hundum og kettum er kynsdriftin vekk. Tey droyma ikki um kettlingar/hvølpar og lítlar reimar o.a. útstýr, sum vit kvinnur kunnu finna uppá tá ið vit síggja ein barnavogn.

Hjá djórunum er reproduktión ein instinktiv drift, drivin av hormonum. Letur man hundin/kettuna gelda hugsa tey ikki meira um tað. Hvat er so meira synd,- at lata hundin/frensin stressa og mala konstant eftir tíkum/kettum og plága teirra eigarar, men ongantíð sleppa til? (Tað er altíð onkur tík sum gongur á illum onkrastaðni og hundarnar lukta hana fleiri kilometrar frá) Ella at taka driftina frá teimun og lata tey brýggja seg um at hava tað gott? Ógeldir frensar ganga og pissa hjá teimun sum eiga kettur, og øll sum eiga kettu ella frens vita hvussu illa tað luktar!

So er tað at tey siga at hundar/kettur vera tjúkk av at vera geld. Nei! Fiti hongur bara saman við at ov nógv fer í kjaftin í mun til hvussu nógv verður motionerað. Um man tekur eitt djór til sín skal man vera til reiðar at gjalda tað tað kostar at ansa teimun rætt. Vit skulu taka ábyrgdina á okkum sjálvi og ikki lata tað ikki vera ein samfelagstrupulleika. Lata vit hvølpar ella kettlingar seta í verðina skal tað vera ein góð meining við tí, og ikki til stuttleika. Tað er dýrabart lív!

Bara mín meining.

Fríða Matras Brekku