Wednesday, October 20, 2010

Við virðing

Hundur og dominans er eitt sera stórt evni, men eg velji heldur at taka nøkur einføld dømi úr dagligdegnum saman við hundum
Hundur er flokkdjór vita vit, men hvat merkir tað í veruleikanum? Tað merkir, at vit ansa hvør øðrum, vit hava ávísar uppgávur í mun til hvør annan, og í mun til hvørjari støðu vit eru í. Men kenna vit ikki júst hesa støðuna aftur frá okkum menniskjum? –Jú vit gera!

Ferð eftir ferð verði eg spurd spurningar sum:
Roynir hundurin at dominera meg?
Eri eg ikki nóg avgjørdur og nóg góður leiðari/harri yvir mínum hundi?
Roynir hundurin at yvirtaka familjuna/børnini?

Í seinastuni havi eg passað hundin hjá foreldrunum, ein 8 mánaðar gamal Whippet hvølpur. Jú fleiri hundar eg havi í húsinum jú størri váttan fái eg fyri, at hundar ikki royna at “yvirtaka” nakran, ella nakað. Tá fleiri hundar eru, sæst týðuliga hvussu teir ansa hvør øðrum og hava hvør sína uppgávu – og sjálvandi havi eg størstu ábyrgdina, men eg noyðist ikki ferð eftir ferð at vísa mítt vald yvir fyri hundunum.

Eg vakni árla á morgni við tveimum hundum undir dýnuni – onkuntíð trimum... Uhhaa, hugsar gamla hundapsykologiin: Hundurin heldur seg vera á jøvnum føti við menniskjuni. Nei, songin er ein stór og bleyt hundakurv – har hundarnir kunnu liggja saman við øllum flokkinum – eisini eigaranum.

Jú víst eri eg tann, sum gevi hundunum ordrar – men talan er um “gensidiga” respekt. Eg havi respekt fyri mínum hundum, mínir hundar hava respekt fyri mær, og hundarnir hava respekt sínamillum. Snoopy, mín lítli Papillon, knurrar um Nikita kemur ov nær, og hann vil hava frið. Á sama hátt knurrar Nikita eftir Snoopy, um hon hevur eitt bein/mat, sum hon vil hava í frið. Eg sigi “Nei!” um Nikita hoppar upp eftir borðinum fyri at stjala mat.. O.s.fr.

Men hvat er tað so, sum ger, at vit menniskju í síðsta enda, taka avgerðirnar? Ella helst áttu at havt síðsta orðið?
Tað er heilt einfalt tí, at vit mugu syrgja fyri, at hundarnir sleppa út ein túr, at teir fáa at eta og at teir sleppa at gera okkurt stuttligt (spæla við bóltar o.t.) – vit taka initiativi til at hava tað stuttligt, og til allar upplivingarnar hundarnir fáa.

Er ein eigari passivur, ella kanska ótryggur, við sín hund. So verður hundurin eisini ótryggur við eigaran. Vísir eigarin ikki respekt fyri hundinum, so vísir hundurin ikki respekt fyri eigaranum.

Tað, ið blívur tulkað sum dominans, er heilt einfalt manglandi virðing fyri hvør øðrum – ella onnur viðurskifti ið hava við atferð at gera – møguligir atferðartrupulleikar.

Hvølpurin hjá foreldrunum, Blanco, er 8 mánaðar gamal og er byrjaður at lyfta bein tá hann pissar og markerar seg. Summar tíkar gera eisini tað. Vit tulka eisini hetta sum dominering. Men talan er bert um eitt sokallað “visitkort”, sum hundarnir leggja aftir seg, til næsta hund at finna.

Blanco hevur eisini havt ilt við at líta á okkum, tá vit ynskja at taka leikur frá honum. Hann hevur knurrað eftir okkum, sum vit kundu tulkað sum dominering. Nú hava vit lært hann, at hann fær ein góðbit afturfyri leikuna, og at vit bara “læna” leikuna, so fær hann hana aftur – harvið verður álitið okkara millum bygt upp.

Viðhvørt hevur Nikita víst paringatferð yvir Blanco. Hetta er kanska ein tann ringasta atferðin at tulka – men er eisini misskilt sum dominering.
Talan er um eina sokallaða “overspringshandling”. Nakað, sum hundar gera, um teir ikki kenna seg heilt tryggar við eitthvørt í umhvørvinum, og ikki vita sær nakað “annað” og betri at gera.

Tað, sum vit tulka sum dominering kann samanberast við eina vanliga familju. Foreldur tosa ikki um, at tey hava dominansin yvir børnunum, ella at børnini skulu kenna sítt pláss niðast í hierarkinum. Foreldrini hava síðsta orðið at siga – men teirra avgerðir eru, eftir egnum førimuni og meiningum, fyri barnsins egna besta.

Ester Áarskarð

No comments:

Post a Comment