Saturday, July 10, 2010

Motión

-Hetta er helst tað fyrsta vit kanna tá vit skulu velja hundarasu. Hvussu nógva “motión” krevur hesin hundurin. Helst tí vit ikki hava tíð (ella hug?) til ein krevjandi hund.

Kortini havi eg í eina viku upplivað tveir ógvuliga ábyrgdaleysar hundaeigarar, tá um galt at motiónera hundarnar.

Seinasta leygardag gekk eg ein túr við mínum hundum. Vit komu á eina minni trafikeraða gøtu, men tó so, bert ein síðugøta, til ein nógv trafikeraðan veg. Beint frammanfyri okkum steðgar ein bilur, ein evarska lítil hundur verður settur av, og seinastu 100 metrarnar til hús, rann lítli hundurin aftaná bilinum... Eg var so skelkað – haldi eg stóð og gløddi við opnum munni í fleiri minuttir – trúði ikki egnum eygum. Tá eg kom heim setti eg mín stóra skelk sum “status” á facebook. Tíbetur fekk eg viðhald í, at hetta er ein sera ábyrgdaleysur og dovin(!) háttur at motionera hundin.

Í góðveðrinum ídag var aftur túrur á skránni, eins og allar hinar dagarnar í vikuni. Vit møttu einum hundaeigara til gongu (við ongum hundi!). Hann spurdi, ógvuliga nattúrliga, um vit ikki lótu okkara Whippets renna aftaná bilinum til motión. Kanska lat eg skelkin frá seinasta leygardegi siga orðini, men hesin eigarin fekk mína meining at hoyra (vit skiltust kortini sum vinir).
Hann helt tað vera besta motiónsháttin tá hundurin skuldi “strekkja” beinini ordiliga. Men eg kundi upplýsa honum at eitt innigirt øki eisini var nóg mikið til at hundarnir kundu strekkja seg, um teir høvdu tørv á tí.

Vantar upplýsing á økinum, kanska?