Fleiri ferðir blíva vit hjá HUFF spurd um rasur, og hvat ávísar rasur krevja av t.d. motión og heilaaktivering. Hetta er jú eisini ein týdningarmikil spurningur fyri hundaeigarar. Men trupulleikin er ofta, at fólk seta spurningar eftir at tey hava fingið hundin.Tað er nemliga altavgerðandi – fyri framtíðarlívið hjá hvølpinum – at familjan setir seg inn í hundarasuna tey ynskja sær. Vísir tað seg, at rasan man ynskir sær krevur ov nógv av familjuni, so ger eitt gott forarbeiði fyri at finna eina rasu sum passar perfekt til familjuna.
Ofta leggi eg til merkis, at fólk velja rasu alt eftir egnum fordómum. T.d. tað skal vera ein stórur hundur, ella Border Collie er einasta “rætta” rasan. Soleiðis síggi eg ofta at avgerðin verður tikin.
Avleiðingarnar fyri at velja “skeiva” rasu kunnu vera fleiri, men tíverri vísir tað seg at avleiðingarnar aloftast eru neiligar. Familjan megnar ikki at geva hundinum nokk av motión ella heilaaktivering. Hundurin má finna egið undirhald, so sum at tyggja møblar, skógvar, skræða pútur o.l.
Tíverri síggjast hesir hundarnir ofta hjá djóralæknunum fyri at “avlíva beistið”.
Ábyrgdin liggur altíð fyrst og fremst hjá eigaranum av hundinum.
No comments:
Post a Comment