Thursday, May 20, 2010

Skammað teg, Snar!

Ein góðan dag hittast hundar og eigarar til venjing – øll eru í góðum lag, veðrið er gott og onki er sum kundi gingið skeivt – ella?
Menniskju og hundar heilsa hvør øðrum og tosa um góða veðrið, fittu hundarnar og siga søgur, sum byrja við: “Oys, veist tú hvat Snar gjørdi ígjár....”

... Men brádliga knurrar Snar móti Charlie og loypir móti honum í illsinni. Eigarin rykkir Snar til sín, bukkar seg niður móti Snar, hyggur hann í eyguni og skeldar: “Skammað teg, Snar! Hvat er tað tú gert?!”
Væl vita vit at hetta er nærmast ein nattúrlig reaktión, tá vit menniskju blíva kløkk, men hvat hendi, tá Snar mundi lopið á Charlie?

Jú tveir eigarar standa og hugsavna seg um hvør annan, siga søgur um Snar og Charlie, og halda hundunum tætt inn at sær. Ongin ansar eftir, at við tað at vit halda hundunum tætt inn at okkum, í strammari línu, senda teir skeiv boð, við kroppsmálinum móti hvør øðrum. Eisini standa teir í einari stressaðari støðu – hittast her, saman við 8 øðrum hundum, sum allir síggja fittir og spennandi út, og onkur tík sum luktar væl, men teir fáa strang boð: “SIT!”

Reaktiónin hjá Snar kemur sostatt av nógvum ymiskum faktorum, men tað sum førir til enn meira stress er reaktiónin hjá eigaranum... Tað einasta “góða” Snar hevur, bukkar seg niðuryvir hann (hóttir), hyggur hann í eyguni (hóttir), og skeldar! Næstu ferð venjing verður hevur Snar kanska onki til yvirs fyri Charlie, tí alt sum kundi ganga skeivt, gekk skeivt...
.............................................

Tann góði eigarin hugsar, at hetta er ein støða eg havi ført hundin út í, hundurin hevur ikki valt at standa í hesi støðuni. Tað er ikki neyðugt hjá Snar at ganga runt og heilsa øllum hundunum sum eru komnir. Snar og eigarin halda eitt sindur av fjarstøðu meðan Snar stillisliga eygleiðir hinar hundarnar og fólkini, og eigarin gevur Snar rósandi orð fyri at vera róligur – og gevur Snar nógvar góðbitar fyri at hugsavna seg um eigaran og hyggja uppá hann, og Snar aktar beinavegin tá boðini koma: “Sit!”

0 comments:

Post a Comment