Thursday, May 6, 2010

Ættartalva - ongan týdning

Eg skilji væl, at ikki øll hava áhuga fyri ættartalvum og tílíkum. Men tad vísir seg eisini soleidis, at tey flestu gera bert tann feilin einaferd.
Hví keypa hund vid DKK (ella FCI) ættartalvu fyri 10.000,- tá tú kanst fáa ein akkurát líka fittan hund vid adrari ættartalvu, heimagjørdari - ella ongari og fyri nógv lægri prís?
Her eru nakrar gódar grundir - sum áttu at fingid nakrar ávaringarklokkur at ljóda.

Tá eg keypti fyrsta hundin ein Papillon, "Snoopy", sum í dag er 5 ára gamal, kendi eg so at siga onki til DKK - ella ættartalvur. Eg fann av tilvild heimasíduna hjá einum alara og fekk góda hjálp, tænastu og vegleiding frá teimum.
Ein dagin tosadi eg vid eitt systkinabarn. Hon hevdi keypt sín hund frá hundahandlara í DK. Hann kostadi 4000,-, og var tá um 3 ára gamal. Eg segdi henni frá um hundin, sum eg hevdi bílagt - fyri meira enn tad tvífalda.
Hon gjørdist als ikki kløkk av mínum keypi, men segdi, at eg gjørdi púra beint. Hon hevdi nemliga brúkt nógvar ferdir 10.000,- uppá sín hund - til djóralækna! Hennara hundur hevdi so nógvar sjúkur og trupulleikar, at hann livdi heldur ikki leingi - men hann kostadi "ein bóndagard", tá alt kom til alt...
Fleiri halda, at tad nýtist ikki at vera so torført - hevur hundurin sjúkur/feilir, kann hann bara fáa "eina ávísa" sproytu frá djóralækna, og so er alt yvirstadid, men vit sum hava hund, og eru gód vid hann, vita at hann blívur jú ein partur av familjuni, og er ikki lættur at siga farvæl vid.

Og sídani tad havi eg hoyrt fleiri útgávur av hesi somu søgu. Fleiri hava keypt hund frá hundahandlara, ella ødrum kennel merkjum enn DKK og nógv av teimum koma eisini til at gjalda prísin - aftaná...

Í stuttum: DKK setir sera hørd krøv til kennlar og alarar. Summar rasur hava sokalladar "restriktiónir", sum ger, at hundurin, sum skal alast, fer ígjøgnum ymsar kanningar og skal gódkennast.
Eisini skulu teir hava ein sokalladan keypisáttmála, sum sigur, at hevur hundurin feilir ella sjúkur kann keyparin lata hundin aftur, og hevur krav uppá at fáa peningin endurgoldnan.

Eg havi eisini hoyrt versiónina um, at "gøtukryds" eru sunnastu hundarnir - men av teimum havi eg sanniliga eisini sæd brek og álvarsligar feilir... Sooooeee...

1 comment:

  1. Tú hevur so rætt! Eg fekk sum flest onnur mín fyrsta hund frá vinum. Hon skuldi annars avlívast og var soo fitt,- TAÐ var hon! Tað var sum so einki galið við henni annað enn at hennara aktivitetstøði slettis ikki passaði okkara lívshátt,- harav fylgjandi atferðatrupuleikar sum førdi til at hon fór at bíta og bleiv avlíva:..( Áren tað hevði eg givi hana til arða familiu, men tað var jú at geva svartaper víðari.
    Síðani havi eg fingi bjóða fleiri hundar, baði rasuhundar og ikki, og eg havi eina hjartapínu fyri allir eg avvísti í tí vitan at eg ikki kundi geva teimun eitt gott lív. Eg fann útav at einastu ættartalvur man kan líta á er DKK, og FCI góðkendar ættartalvur. MEN STADIGVEKK MÁ MAN SJÁLVUR SIKRA SÆR AT ALARIN ER SERIØSUR OG GÓÐUR VIÐ SÍNAR HUNDAR!! Og biða um keypssáttmála!
    Eg setti mær síðan fyri at finna tað rasuna sum passar mær sum fótur í hosu. Soleiðis fáa baði eg og hundurin tað besta burtur hvørjumørðum:o) Afganski mjáhundurin (sighthound) er mín soulmate!! Charme, selvtillig OG lækkert hår 8D
    Nú havi eg so miniature greyhound sum eitt kompromis, men enn charme, selvtillid og mindre hår;o)

    ReplyDelete