Tuesday, September 14, 2010

Býtt kanning!

Eg las ein dagin, at klókasta rasan er Border Collie. Sjálvandi- hugsa tey flestu av okkum. Enntá orðið “intelligent” bleiv brúkt. Niðast á IQ listanum lógu Basenji, Chow Cow, Eingilski Bulldog og Afghanski mjáhundurin.

-Orsaka meg, men eg kundi hugsað mær at sæð IQ hjá viðkomandi fólkum ið gera tílíkar (býttar) kanningar.

(Býttu) Kanningarnar verða grundaðar á hvussu væl hundurin lurtar og aktar. Gjørdi man eina kanning av hvør hundur fyrst megnaði at fanga eina rottu, hevði Afghanski mjáhundurin avgjørt ligið ovalaga. Gjørdi man eina kanning yvir besta vakthundin hevði Chow Chow ikki fingið ringan karakter – men harafturímóti hevði Border Collie ligið sum ein av teimum niðastu.

Gravhundur og Chihuahua fingu æruna av at vera aggressivastu hundarasur, men ongin frágreiðing var um, hví hesar rasur fingu eitt so ivasamt heiðurspláss. Hesar rasur eru sera populerar og hava fittar støddir. Tó skal hundaeigarin ikki lata seg lumpa av tí. Gravhundurin er ætlaður til at arbeiða, og hann elskar at arbeiða. Men orsakað av teirra populariteti sum familjuhundar og “sofahundar” hava teir fingið eina aggressiva etikett í (býttu) kanningini. Chihuahua er heimsins populerasta rasa og verður ofta sett í bás við “mótadýr” og “taskuhundar”. Eisini hesin hugburðurin hjá fleiri hundaeigarum (t.v.s. menniskjum!) førir við sær at Chihuahua fær eina malplasering í (býttu) kanningini.

Hundar eru avlaðir við ymiskum endamálum – annars hevði ikki verið nógv meining í at havt fleiri hundrað rasur.
Ein Border Collie er klókastur til tað hann er ætlaður til. Ein Basenji er klókastur til tað hann er ætlaður til...

Í mínari verð ber rætt og slætt ikki til at samanbera IQ hjá hundum – but then again- tað eru eisini býtt fólk í gera tað, ikki hundarnir sjálvir ;o)

Ester Áarskarð

3 comments:

  1. Eg má siga, at eg eri einig.
    T.d eru mínir hundar niðri í 60'inum. Teir eru klókir, men tvørir og tí eru teir ikki altíð lættir at venja, um teir ikki verða motiveraðir.
    Og so er tað nakrar rasur, sum t.d. ikki dáma at gera "giv pote" ella "high five", tí teir ikki hava so góða balansu á afturpartinum. So um hasi kynstrinið hava verið við í venjingini/kanningini, dumpa hundarnar í tí. Tað høvdu mínir hundar gjørt.

    ReplyDelete
  2. Er nakar ið sigur at kettur eru býttar? Tí tær ikki tíma at sit, hop osv. tá ið eitt menniskja sigur tað?? Soleiðis er eisini við nógvum hundarasum.
    Kanningin tú umtalar ljóðar rættiliga oseriøs, men onkur sum hevur somu úrtslit er gjørd út frá hvussu væl hundurin kan venjast at agta. Og her seta tey líkheitstekn millum lydigheit og IQ. Minnist frá filminum um "Forest Gump" at tað var í herinum at tey hildu hann var genialur. Ha ha.
    Eg veit um arða kanning sum gongur út frá hvussu ymisku rasurnar duga at loysa uppgávur sjálvar. Her eru Basenji, Afghansk mynda oa. ovast á listanum.

    ReplyDelete
  3. Hetta er eisini sera misvísandi fyri fólk ið skulu fáa sær hund, og velja sær ein sum liggur ovalaga á IQ listanum. Tá hevur man kanska ikki fingið hundin sum passar til familjuna. Ofta velja fólk ein BC tí teir eru klókir og nemmir at venja - men tey ynskja hann at vera sofahund, og skilja ikki hví ein BC kann vera hyper og illa lýðin (enntá aggressivitetur sæst hjá alt ov nógvum av stakkals stressaðu hundunum).

    Eg havi sjálv eina rasu sum liggur sera ovalaga - frammanfyri Labrador og Golden Retriever. Eisini havi eg eina sum liggur í 70´unum. Rasan sum liggur niðalaga er tann, ið passar best til mín - og heldur ikki hon er torfør at fáa at "akta", um man bara brúkar røttu metoduna :o)

    ReplyDelete